Arctic Viking er komin til Eystur-Grønlands frá Flemmish Cap

vinna24-11-2020 - 22:35 - Jóanis Nielsen

Tað gekk væl hjá Arctic Viking at fiska svartkalvakvotuna á Flemmis Cap, nú eru teir við Eystur-Grønland, har teir royna eftir rækjum. - Teir royna í kvøld á 66,3N og 30,3V.

Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking sigur:

Tað gekk gott tá vit komu út aftur at fiska svartkalva. Men kvotan var bert 216 ts og tá tað so SKAL lossast i Føroyum blívur tað ikki rentabult við tað at tað eru 7 x 2 =14 dagar at sigla yvir og heim. Eitt sindur løgin lóg tá mær vitandi ongin í Føroyum víðari arbeiðir svartkalva.

So ístaðin fyri alla langu leið heim so fóru vit til Eysturgrønland á rækjuveiðu ´´á vegnum´´ men her er slett aldeilis onki at fáa. Hetta er ov tílja uppá árið, men eg hevði rokna við ella hopa at eitt sindur var. Vertíðin her er ikki fyrr enn i januar sum tað sær út nú, ella eisini avhangugt at ísur skal verða sum út sær