Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

29-05-2020 - 17:01 - Jóanis Albert Nielsen

Ein arbeiðsvanlukka á Viðareiði seinnapartin hevur kravt eitt mannalív. Ein maður, sum arbeiddi við eini lyft, kom í klemmu millum lyftina og bilin, sum lyftin er á.

Politiið og arbeiðseftirlitið eru ikki liðug við kanningarnar enn, og tí eru ikki fleiri viðmerkingar til hendingina enn.