Arbeiðslívið og familjulívið eru sama lívið

04-12-2018 - 17:04 - Jóanis Albert Nielsen

Tað ber ikki til at skilja lívið í fleiri lív – eitt arbeiðslív, eitt familjulív ella eitt frítíðarlív.

Tað finst bara eitt stórt, torskilt, vakurt samanhangandi lív, sum vit øll skulu royna finna eina meining við.

Hetta er ein av boðskapunum hjá høvuðsrøðaranum á Leiðaradegnum 2019. Røðarin er Morten Albæk, heimspekingur og fyrrverandi marknaðarstjóri í vindmyllufyritøkuni Vestas.

Hann hevur fyritøkuna Voluntas, sum ráðgevur um, hvussu fyritøkur og stovnar kunnu mennast til meiningsfullar felagsskapir.

Morten Albæk ivast í, um tað nyttar at máta nøgdsemi í eini fyritøku, tí tað vísir bara, um medarbeiðarin fær nøktað sín tørv, heldur ikki nyttar at máta eydnu, tí tað er bara ein løtumynd.

Einasta, sum hevur týdning er um ein medarbeiðari heldur sítt arbeiði geva meining, sigur Morten Albæk.

Umframt Morten Albæk fara fleiri fólk at viðgera spurningin um, hvussu vit hvør í sínum lag finna meining við tí, sum vit gera – bæði leiðarin sjálvur og starvsfólkini.

15’andu ferð Ársins leiðarar verða kosnir

Leiðaradagurin 2019 verður 25. januar á Hotel Føroyum. Hetta er 15’andu ferð at Ársins leiðarar verða kosnir í Føroyum. Stóra tema á degnum er “Skal tað geva meining”.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá synergi.fo.