Arbeiðsfólk til Sørvágs kommunu

Vinna10-01-2018 - 13:05 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.


Arbeiðsfólkið skal fyri tað mesta arbeiða innan viðlíkahald, reinhald

og fríðkan av kommununi.

Vit vænta av tær at tú:

• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
• Dugir væl at loysa uppgávur.
• Hevur eyga fyri umhvørvinum.

Setanartreytir:
• Starvið er tímalønt og setanarviðurskiftini og løn verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya

Arbeiðarafelag


Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan hósdagin 25. januar 2018 kl. 1200 og skulu sendast til:

Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
FO-380 Sørvági
sorvag@sorvag.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til arbeiðsformannin á telefon 23 32 14.
________________________________________________________________________________
Í Sørvágs kommunu eru bygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.