Arbeiðir landsstýrið við nakrari ætlan um, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota

Politikkur12-02-2019 - 17:16 - Jóanis Albert Nielsen

 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingsmaður

 

 

Munnligur fyrispurningur

 

til

 

Sirið Stenberg, landsstýrismann

 

viðvíkjandi grønari fiskiflota

 

1.        Arbeiðir landsstýrið við nakrar ítøkiligari ætlan um, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota?

2.        Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2 útlátið í fiskiflotanum?

3.        Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip, hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?

Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkka málinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út við grønari og umhvørvisvinarligari skip. Tað er tó lítið, ið bendir á, at landsstýrið ætlar at gera nakað við málið. Hetta sæst m.a. aftur í lógini um sjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur, fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissuna um fiskiloyvini. Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skip orsakað av fiskivinnunýskipanini. Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld og ein grønan fiskiflota. Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vil hon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.  

 

 

Á Løgtingi 13. februar 2019

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur