Arbeiðið at skifta ljósini í Vágatunlinum tikið uppaftur

06-01-2019 - 20:10 - Jóanis Albert Nielsen

Arbeiðið við at skifta ljósini í Vágatunlinum verður nú tikið uppaftur sunnukvøldi 6. januar. Tíðarætlanin sum varð løgd heldur væl, og væntandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskifti januar februar. Higartil eru ljósini skift í meira enn 3,5 km av tunlinum. Fari verður nú undir at skifta ljósini í innkoyringarsonunum, har tað er tættari ímillum hvørt armatur.

Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04