Antin - ella

Politikkur02-08-2019 - 08:07 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu dagarnar hava vit hátíðarhildið tjóðarhátíð okkara. Ein hátíð, sum samlar allar føroyingar. Hátíðin er merkt av nógvum ymiskum siðvenjum. Ein av hesum siðvenjum er, at løgmaður heldur ólavsøkurøðu. Soleiðis varð aftur í ár.

Tað eru ymiskar meiningar um tað, sum løgmaður segði. Soleiðis vil tað altíð verða. Spurningurin er bara, hvat leggja vit dent á? Royna vit at finna alt tað, sum vit eru ósamd í? Tí tað eigur mann at gera í politikki? Ella royna vit at finna okkurt, sum er gott?

Eg eri samdur við løgmanni, tá hann sigur, at tað er skeivt av politikkarum at goyma seg aftanfyri orðini, ”soleiðis er politikkur bara”. Tað eru politikkararnir, sum avgera, hvussu politikkur er. Tað er eingin annar enn teir, sum kunnu fáa politikkin rætta vegin.

Politikkarar skulu verða fyrimyndir. Ella rættari, politikkarar eru fyrimyndir, um teir vilja tað ella ikki. Børn og ung hyggja eftir, hvussu politikkarar kjakast, hvat teir siga alment, og hvussu teir bera seg at. Tað er t.d. ringt at greiða børnum frá, at endamálið við at kjakast er at finna semjur, tá tey síggja, hvussu politikkararnir kjakast. Teir royna aloftast at vinna kjakið, ella at leggja dent á, hvussu skeivt mótparturin hevur. Men soleiðis er politikkur bara. Ella hvat?

Sjálvt um eg skilji okkurt av tí, sum løgmaður sigur, so er tað als ikki alt, sum eg skilji. Eg skilji m.a. ikki, at løgmaður kann siga, at hann arbeiðir fyri at fáa breiðar semjur. Samstundis sum hann sigur, at tað er ein flokkur, sum hann ikki kann samstarva við. Mann kundi sagt, antin – ella. Antin velur mann at finna breiðar semjur, ella velur mann tað frá. Mann fær ikki bæði.

Eg haldi, at politikkarar ofta hava gloymt, hvat endamálið við politikkarum er. Endamálið er stutt og greitt, at teir finna bestu loysnir fyri landið. So kemur alt annað í aðru rekkju.

Eg bjóði meg fram, til at finna semjur. Men fyrst og fremst, so bjóði eg meg fram, til at finna bestu loysnirnar fyri Føroyar.

Rógvi Egilstoft Nielsen

Valevnið fyri Fólkaflokkin