Ansni sett nýggjan toghaldara í Suðuroy

vinna09-07-2019 - 14:24 - Jóanis Nielsen

Tann 1. August byrjar Tóki Hartmann Niclassen sum toghaldari hjá Trygdarfelagnum Ansni í Suðuroynni. Tóki er væl kendur í oynni, og hann kemur at røkja allar tær skyldur, sum felagið hevur í oynni, umframt at hann sjálvsagt altíð er fúsur til at avgreiða ymiskar aðrar fyrifallandi uppgávur, sum Ansni kann gera fyri viðskiftafólk í oynni.

Virksemið hjá Ansni í Suðuroy er rættiliga umfatandi, men rúm er sjálvsagt altíð fyri nýggjum uppgávum og nýggjum viðskiftafólkum, og Tóki er altíð klárur til at svara fyrispurningum, um áhugi er fyri hesum.

Umframt Tóka Hartmann Niclassen hevur Ansni tvey onnur fólk, sum av og á hjálpa til við ymiskum uppgávum hjá felagnum í Suðuroy.