Nýggjastu


Annika umhugsar støðuna

Politikkur09-04-2018 - 08:13 - Jóanis Albert Nielsen

Landspolitikarar sýna onga virðing og fjølmiðlar ongan áhuga í at lýsa ræðuligu støðuna við ferðsluviðuskiftunum inn i Havnina. Á hesum strekki henda lutfalsliga flest ferðsluvanlukkur, vanlukkur við fólkaskaða og enntá við deyða sum fylgju. Men tað valdar tøgn um hesa ræðuligu støðu, og tað er ræðandi. Um onki mungott hendir og Tingið játtar neyðugu upphæddina til innkomuvegin, so er neyvan annad at gera enn, at eg sjálv taki sæti á Tingið aftur fyri at leggja verklagslóg og eykajáttan til innkomuvegin. Eg kann sum borgaratjóri ikki gódtaka hesa vanvirðing yvir fyri teimum menniskjum og menniskjalagnum, íð eru komin til skaða og teimum, sum i framtiðini koma at svíða fyri ábyrgarloysinum. Løgtingið traðkið nú í karakter, skrivar Annika Olsen borgarstjóri í Havn á Facebook.