Annika Olsen í Reykjavík

mentan19-08-2018 - 12:22 - Jóanis Nielsen

Á mentanarnáttini í Reykjavík fingu vit sum heiðursgestur høvi at sýna nakað av tí besta vit eiga av føroyakari list og tónlist. Við okkum var Xperiment, Heiðrikur av Heygum, Lena og Niklas umframt tvær framsýningar, Hav, sum er ein framsýning hjá Sissal Kristiansen av føroyskari sniðgeving framleitt úr burðardyggum tilfari úr sjónum og fotomyndaframsýning av myndum tiknar av Ólavi Frederiksen. Eg verði bæði stolt og eyðmjúk av, at vit í Føroyum eiga so fantastiska góð listafólk at visa fram. Tað var fullsett bæði í Ráðhúsinum, í Hørpuni og á Sendistovuni og rørandi at siggja stórfingnu móttøkuna. Stóra takk til tykkum øll fyri fantastiskar framførslur- tað skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn á Facebook.