Anne Mette til Havnar

mentan08-03-2020 - 21:00 - Jóanis Nielsen

Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hava í dag, 7. mars, innstillað Anne Mette Greve Klemensen til embætið sum sóknarprestur.

Tríggir umsøkjarar vóru til embætið. Prestagjaldið fevnir um tvær kirkjusóknir, og tær eru kirkjurnar í Nólsoy og Dómkirkjan.

Anne Mette varð prestvígd í Havnar kirkju í januar 2011 og tók við kallinum í Fuglafjarðar prestagjaldi.

Dómprósturin skipar Anne Mette í embætið við hámessuna í Havnar kirkju tann 19. apríl.

Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.

JF

Mynd: Jens K. Vang

Kelda: Fólkakirkjan.