Anna Katrina J. Gradel vart ph.d á KU

mentan02-05-2020 - 11:27 - Jóanis Nielsen

Gransking.fo skrivar:

Mánadagin 27. apríl vardi Anna Katrina Jógvansdóttir Gradel ph.d. ritgerð sína á Københavns Universitet.

Hon hevur verið innskrivað á Institut for Veterinær og Husdyrvidenskab, Københavns Universitet og ritgerðin var gjørd í samstarvi við Novo Nordisk A/S.

Ritgerðin kallast “Factors Driving the Variation in Absorption of Subcutaneously Administered Insulins” og er samansett av seks vísindaligum greinum, har hon er fyrstihøvundur.

Vegleiðarir vóru Jens Lykkesfeldt, professari á KU, og Hanne Refsgaard og Trine Porsgaard granskarar á Novo Nordisk.

Í metingarnevndini vóru Thomas Pieber, professari á Medical University of Graz, Eysturríki, Aage Kristian Alstrup, lektari á Aarhus Universitetshospital og Pernille Tveden-Nyborg, lektari á Københavns Universitet, sum var forkvinna.

Verjan, sum varð hildin á Zoom, gekk væl.

Anna Katrina Jógvansdóttir Gradel fer í august 2020 undir eina 2-ára postdoc verkætlan á Institut for Veterinær og Husdyrvidenskab, KU), har hon skal kanna, hvussu livurin signallerar mettheit til heilan.

Les meira íHeilagrunninum

Leinki til greinar áPubMed