Anja og Thorvald ársins leikarar 2018

ítróttur22-04-2018 - 09:22 - Jóanis Albert Nielsen

Á gallaveitslu í Havn, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri í gjár, var avdúkað at Anja S. Danielsen, Fleyr, og Thorvald Danielsen, Mjølnir, gjørdist ársins leikarar í 2017/18 í flogbóltinum.

Magnus Tausen avdúkaði hetta á veitsluni, og hevur henda teimum heiðursplátu.

Anja S. Danielsen hevur spælt sum kantáleypari hjá Fleyr, og hevur havt stóran lut í FM- og Steypaheitinum hjá felagnum í ár.

Thorvald Danielsen hevur spælt sum hevari hjá Mjølnir, og hevur verið við til at borið Mjølnir fram á fremstu rók í ár. Thorvald gjørdist skaddur miðskeiðis í kappingarárinum, og hevur ikki leikt við Mjølni aftur fyrr seinast í kappingarárinum, og hetta var júst tað sum manglaði, fyri at fáa Mjølnir í FM-finalurnar, har teir vunnu silvur.

Vit ynskja Anju og Thorvals tillukku við heiðrunum.