Mynd: Jens Kr. Vang (portal.fo)

Anja: Ætlaði sær at vinna eina bronsu - vann fimm gull

ítróttur29-06-2017 - 14:41 - Jóanis Nielsen

Portal.fo skrivar: Anja Eydnudóttir hevði undan oyggjaleikunum sett sær sum mál at klára at vinna eitt bronsuheiðursmerki, og annars skjóta væl.

Men ístaðin gjørdist tað til gull í øllum fimm kappingunum, hon luttók í.

Seinasta gullheiðursmerki var í liðkappingini, head-to-head, í dag.