Andstøðan vil hava løgmann og Jenis í samráð í Uttanlandsnvendini um fjarskifti og 5G-tøkni

Politikkur29-05-2020 - 07:50 - Jóanis Albert Nielsen

 Uttanlandsnevnd Løgtingsins

Att. Bill Justinussen, formaður

 

Á løgtingi, 27. mai 2020

 

Vit vilja hava samráð við Løgmann og Landsstýrismannin í uttanríkismálum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni, trygdar- og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina

 

Vísandi til Tingskipanina §24, stk. 5, heita undirritaðu limir í Uttanlandsnevnd Løgtingsins hervið á nevndina um at taka undir við, at Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verða bidnir um at koma í samráð í Uttanlandsnevndini at svara spurningum um:

 

-       Samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni og trygdar- og verjupolitikk.

-       Samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál.

-       Hví og við hvørjari heimild løgmaður sendir út tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu.

-       Hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndini um hesi mál sambært stýrisskipanarlógini §54.

 

Síðani løgmaður sendi tíðindaskriv út um málið 13. mai 2020, hava umboð fyri bæði andstøðuflokkar og samgonguflokkar alment funnist at boðskapinum og framferðini hjá løgmanni. 

 

Formaðurin í Uttanlandsnevndini hevur reist spurningin um, hvørt løgmaður hevur hildið ráðførslukravið sambært Stýrisskipanarlógini §54.

 

Enn hevur landsstýrið ikki biðið um ráðførslu í hesum týðandi máli.

 

Tí heita vit á formannin og allar nevndarlimirnar um at taka undir við at biðja løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um at koma á fund í Uttanlandsnevndini at svara spurningum um málið. 

 

Til tess at fáa hetta í lag, krevjast 5 nevndarlimir at taka undir (sambært Tingskipanini §24, stk.5).

 

 

Vinarliga

 

 

Høgni Hoydal                    Heðin Mortensen