Andrew av Fløtum (t.v.) og Tróndur Arge - Mynd: fsf.fo

Andrew: 07 Vestur fær ikki trý stig

ítróttur03-08-2017 - 11:53 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: HB’ari við stórum H, er nokk ikki ov nógv sagt, tá talan er um Andrew av Fløtum. Í 1996 fekk fryntligi havnamaðurin sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá HB, og síðani tá eru tað blivnir til 294 dystir og 123 mál fyri teir reyð-svørtu úr høvuðsstaðnum.

Men Andrew hevur eisini spælt nakrar landsdystir fyri Føroyar. Tað bleiv tó ikki til nakað mál, men hinvegin, so hava upplivingarnar á landsliðnum verið nógvar og góðar. Og í landsliðshøpi bleiv tað eisini til onkra áhugaverda landsliðstroyggju frá onkrum av mótstøðumonnunum.

Til seinast metir Andrew av Fløtum, sum nú er vorðin venjari hjá 1. deildarliðnum hjá HB, um 17. umfar í EFFO-deildini, sum er á skránni sunnudagin 6. august klokkan 15:00.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=AiSBjb3l7LQ]