Andreas heldur fram í Kollafirði

ítróttur06-03-2020 - 22:46 - Jóanis Albert Nielsen

Andreas F. Hansen og KÍF hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála, sum bindir partarnar saman eisini komandi kappingarár.

Andreas F. Hansen vandi fyri fyrstuferð KÍF næstseinasta kappingarár, úrslitini fyrsta árið í Kollafirði vóru ikki tey bestu, men í mars í fjør tá ið felagið undirskrivað sáttmála við Andreas, segði formaðurin Robert Poulsen, at hugt verður frameftir í Kollafirði til komandi kappingarár, og tí hevur tað týdning fyri felagið at hava venjarin uppá pláss tíðliga. Sigast má eisini at Andreas hevur fingið vent gongdina í Kollafirði, og spælir KÍF um at sleppa í hálvfinalurnar.

KÍF er 3. felagið Andreas er venjari hjá. Fyrsta felagið hann var venjari hjá í bestu deildini var tá ið hann var leikandi venjari hjá Neistanum í 90’inum. Hann hevur eisini verið venjari hjá Kyndli.