Andreas heldur fram í Kollafirði

ítróttur12-03-2019 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir dystin fyrradagin ímóti VÍF skrivaðu Andreas F. Hansen og KÍF undir ein nýggjan sáttmála, sum bindir partarnar saman eisini komandi kappingarár.

Andreas F. Hansen vandi fyri fyrstuferð KÍF hetta kappingarárið, hóast úrslitini ikki hava verið tey bestu so eru tey væl nøgd við Andreas í Kollafirði. KÍF spældi seg ikki víðari til hálvfinalurnar, og nú verður hugt frameftir í Kollafirði til komandi kappingarár, og tí hevur tað týdning fyri felagið at hava venjarin uppá pláss tíðliga. 

KÍF er 3. felagið Andreas er venjari hjá. Fyrsta felagið hann var venjari hjá í bestu deildini var tá ið hann var leikandi venjari hjá Neistanum í 90’inum. Hann hevur eisini verið venjari hjá Kyndli.