Andrea fekk viðurkenning frá Hennara Hátign Drotning Magrethe

Mentan01-03-2019 - 20:05 - Jóanis Albert Nielsen
Seinnapartin í dag var móttøka fyri Andreu Nielsen úr Sandavági. Á móttøkuni fekk Andrea Nielsen tænastuheiðursmerki fyri 40 ára tænastu sum tollari.

Á myndini síggja vit Eyðun Mørkøre stjóra á TAKS, sum eisini handaði Andreu heiðursmerki frá Hennara Hátign Drotning Magrethe. Til høgru á myndini er Jens Chr. Olsen leiðari á tolldeildini.