Savnsmynd

Andrass vann í Hoydølum

ítróttur20-03-2018 - 22:03 - Jóanis Albert Nielsen

Sunnudagin, 18. Mars 2018, skipaði Føroya Triathlon Felag fyri duathlonkapping í Hoydølum.

Triathlon er ein samanrenning av trimum ítróttargreinum. Svimjing, súkkling og renning.

Tá kappast verður í duathlon, verður kappast í tveimum av hesum greinunum, fyrradagin var tað renning og súkkling.

Teinurin var 3,2 km á fjallasúkklu, og 1,4 km renning. Hetta skuldi gjøgnumførast 5 ferðir.

Kappingarnar sum Føroya Triathlon Felag skipar fyri eru opnar kappingar, tað vil siga at øll kunnu luttaka í kappingunum, bæði vandir og nýggir íðkarar.

Føroya Triathlon Felag er eitt virkið felag, sum regluliga skipar fyri venjingum og kappingum.

Navn á íðkara Súkkling 1 Renning 1 Súkkling 2 Renning 2 Súkkling 3 Renning 3 Súkkling 4 Renning 4 Súkkling 5 Renning 5 Samlað
Andrass Joensen 06:30 05:30 09:25 06:10 08:50 06:13 09:53 06:06 09:10 05:55 01:13:45
Magni Hansen 06:00 05:10 11:15 05:25 10:10 05:31 09:52 05:31 09:56 05:25 01:14:45
Súsanna S Sørensen 06:09 06:04 09:57 06:13 09:57 06:10 10:24 06:10 10:34 06:24 01:17:54
Jákup Petur Eliassen 06:10 05:34 10:21 06:04 10:34 06:05 11:21 05:53 11:52 06:50 01:19:34