Andlitsleysir bureaukratar í Keypmannahavn – ella vit sjálvi?

Politikkur23-02-2017 - 19:35 - Jóanis Albert Nielsen

Tór Marni Weihe, formaður í Vága Tjóðveldisfelag

Seinastu árini hava fleiri mál staðfest tørvin av, at vit sjálvi taka fulla ábyrgd av útlendingamálum. Ferð eftir ferð renna fólk seg í trupulleikar – seinasta dømi er Clayton Soares, sum seinastu árini hevur búð Fuglafirði – tí at andlitsleys skrivstovufólk í Keypmannahavn ikki kenna til umstøðurnar í Føroyum, men kortini skulu taka avgerðirnar.

Loysing, sjálvsavgerðarrættur, fullveldi og sjálvstýri. Hetta er nøkur av hugtøkunum, sum í tíð og ótíð eru uppi at venda í politiska orðaskiftinum her á landi. Hugtøk, ið lýsa ætlanirnar hjá tí einu síðuni í tí málinum, sum helst meiri enn nakað annað grevur gjáir millum føroyingar, nevniliga málið um stjórnarrættarligu støðu Føroya.

Av summum verða tey brúkt at mála eina mynd av eini rørslu av fantastum. Av veruleikafjarum droymarum, sum takka verið síni búskaparligu analfabetismu fara at koyra landið útav eggini, um tey sleppa til valdið.

Av fólkum, sum ynskja, at vit skulu aftur til teir dagarnar, tá ið føroyingar ótu tara í fjørðuni.

Men fyri onnur er hetta sjálvt hjartablóðið í okkara hugsjón. Sjálvur grundvøllurin undir øllum tí starvi, sum vit fremja, og sum byggir á tað, ið kempur undan okkum stríddust fyri.

Fyri okkum, er hetta ikki nakað abstrakt ella teoretiskt droymarí. Hetta snýr seg tvørturímóti um heilt ítøkiligar ætlanir og visjónir fyri okkara samfelag.

Okkara møguleikar sum sjálvstøðug tjóð eru ómetaliga nógvir og stórir. Eg kundi krutla í síðuvís her um ymsu fyrimunirnar, vit kunnu gera gagn av sum sjálvstøðug tjóð, men mær nýtist tíverri ikki at leita longur aftur enn til xdagin eftir einum púra feskum dømi.

Tá ið vit fingu at vita, at fuglfirðingar nú standa til at missa ein persón, sum seinastu árini hevur verið sjónligur og virkin partur av lokalsamfelagnum í Fuglafirði. Eisini á Sandi, har hann hevur spælt fyri B71, og í Vágum, har hann eitt skifti leikti fyri FS Vágar og 07 Vestur, hava tey bert gott at bera honum. 346 dystir og 210 mál er tað higartil blivið til.

Men nú sleppur hann brádliga ikki inn í landið longur.

Donsk embætisfólk í Udlændingestyrelsen hava gjørt av, at hann ikki lýkur treytirnar fyri at sleppa inn í landið aftur. Ein skal sjálvsagt altíð vera varin við at lyfta einstøk mál fram, tí at vit vita av góðum grundum ikki alt um gongdina í málinum.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk, ið hava búð her, ella sum ætla sær at búgva her, standa í hesi margháttligu støðu, at betongjuristar úr Keypmannahavn – púra eiðasørir fyri menniskjalig atlit og atlit til lokalsamfelagið – halda lagnuni hjá hesum fólkum í síni hulu hond. At fólk, sum eru avhildin og hjartaliga vælkomin her, verða vigað og funnin ov løtt av donskum bureaukratum, ið ongantíð hava sett ein fót á klettin her.

Tað kann mann so ilskast inn á, men donsku skrivstovufólkini gera jú bert sítt arbeiði. Teirra uppgáva er ikki at seta seg inn í føroysk viðurskifti og taka serlig atlit til okkara. Teir fylgja donskum lógum og donskum mannagongdum.

Tí er loysnin púra einføld og opinlýs.

Málið má á føroyskar hendur, soleiðis at vit sjálvi kunnu evna til lóggávu á økinum. Lóggávu, sum hóskar til okkara samfelag, og sum tekur útgongustøði í viðurskiftunum her á landi.

Tíbetur, so var regimebroyting í september í 2015, so køn og holl hugsjónarfólk nú sita á ymsu stjórnarskrivstovunum, og luturin at taka sær av tí, sum stendur um útlendingamál í saamgonguskjalinum, er fallin á Poul Michelsen.

Tí fari eg at enda við at heita á uttanríkis- og vinnumálaráðharran at geva hesum málinum hægstu raðfesting, soleiðis at hesi viðurskiftini sum skjótast koma í rættlag og í eina trygga legu.

Eisini vil eg ynskja landstýrismanninum blíðan byrð í hesum týðandi arbeiðinum.

Tað er gott at vita, at málið er tryggum hondum.