Andakt

mentan23-11-2021 - 18:48 - Jóanis Nielsen

Sangur í fangahúsinum

Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bøn og sungu Guði lovsangir, og fangarnir lýddu á teir...”Ápostlasøgan 16.

Úr einum myrkum fangarúmi í Filippi tónaði einaferð ein so hugtakandi sangur út í myrku náttina, so at fangavaktarin og allir fangarnir máttu líða á hann. Tað vóru Paulus og Silas, ið sungu. Teir vóru bardir av við støvumogklæðini skrødd av teimum, síðan vóru teir kastaði í hitt innara fangahúsið har føtur teirra vórðu settir fastir í stokkin. Men um náttina kom brádliga mikil landskjálvti, so at grundvøllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av teimum.

Men Paulus og Silas eru ikki einastu fangar, ið hava sungið, so at onnur undrandi hava lýtt á. Ein professari við universitetið í fyrrverandi Eystur-Berlin var ta mesta av Hitlertíðini í tugthúsi í Alexanderplatz. Hann sigur frá eini hending, ið hann ongantíð kundi gloymdi. Eftir vælvild fra einum fangavaktara fekk hann loyvið um næturnar at vitja teir fangar, ið skuldu avrættast dagin eftir, kanska kundi hann vera teimum ein ugga teirra seinasta dag.

Tá ið hann ta einu náttina nærkaðist einum kliva, hoyrdi hann fangan við harðari rødd syngja kenda sálmin:

Harranum lovið,

alvaldandi Drotti við æru!

Honum tú lova, mín sál,

og á fund hans tú fari!

Veit honum sang,

harpunnar strongur, gev klang!

Andligan leik hann teg læri.

Tá ið professarin spurdi, hví hann sang júst nú, svarði fangin: ”Eg havi tað gott á allan hátt, havi fingið mat í dag, havi tak yvir høvdið og eina legu at leggja meg á. So gott hevði Jesus tað ikki, tá ið hann gekk á foldum, og í morgin skal eg síggja hann andlit til andlits! Hví skal eg tá ikki syngja?”

Sangi frá slíkum menniskjum verður helst altíð lurtað eftir.Hin djúpasti lovsongurin er ofta sprottin úr neyðardýpi. Nøkur av gomlu sálmaskaldunum vórunógv upptikin av orðunum um Jesu seinastu máltíð saman við lærusveinunum skírhóskvøld. ”Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.” Andlit til andlits við líðing, kross og deyða,sang Jesus fyri í lovsanginum.

At Jesus sang lovsong áðrenn deyða sín, hevur verið troyst hjá mongum doyggjandi kristnum.

Lesa vit eitt nú ígjøgnum sálmarnar hjá Brorson, so eru teir ofta ein heil prædika. Hann fer í dýpdina, bæði tá ið hann yrkti um gleði og um sorg, um viðgongd og um mótburð.

Tað sum í dag verður rópt lovsangur, tykir mær er ofta grunt; ein regla ella tvey orð, sum vera endurtikin aftur og aftur. Har vantar ein boðskapur, ein prædika í sanginum.

Boðar sangur frá mótburði og sakni, so boðar hann eisini frá gleði og friði. Hoyra vit sang inni í einum húsi, kunnu vit órædd fara inn higar, tí har skulu vit vera vís í bara at møta glaðum menniskjum; ónd menniskju syngja ikki.

John S. Myllhamar