Andakt

mentan21-10-2021 - 15:00 - Jóanis Nielsen

Hví?

Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?”Evangeliið eftir Jóhannes kapittul. 9.

Tá ið vit menniskju vera rakt av sjúku og líðing, koma ofta voldsamir tankar fram, lívsins mongu HVÍ. Hví hendi hetta? Hvi endaði tað so? Hví mundi tað raka júst meg? Hví gongur brotsmaðurin frítt íkring, meðan eg má líða? Hví fái eg krabbamein, tá ið eg havi liva sunt, meðan tey, ið hava roykt í eitt langt lív, eru frísk? o.s.fr.

Lesa vit alla frásøgnini omanfyri í kapittul 9, man spurningur um hví, mangan eisini hava verið frammi. Ein maður var blindur frá føðingini. Hann hevði ongantíð sæð, ongantíð sæð eitt móðursmíl, ongantíð sæð eina blómu, ongantíð sæð eitt sólsetur. Maðurin man ofta hava møtt spurninginum hví - sum barn, sum unglingi, sum vaksin - blindur frá føðingini, hví? Nakrir í tekstinum tykjast hava svarið: Tað er synd, revsing og synd, hetta var teirra fatan. Hvør hevur synda, maðurin, ella foreldur hansara? Annar møguleiki var ikki.

At maðurin var blindur, kundi ikki vera revsing fyri, at hann sjálvur hevði framt onkra synd, tí hann var jú føddur blindur, altso mátti tað vera foreldur hansara, ið høvdu synda; Guð hevði straffað tey fyri teirra syndir, við at geva teimum ein blindan son.

Mong menniskju eru nívd av hesum tanka – tað er Guðs revsing, sum hevur rakt meg. Og so gjørdist tað til iva, til vøkunætur og sjálvábreiðslu.

Nú eiga vit ikki at koma við einum øvutum svari. Vit vita væl at menniskju kunnu í livinum volda sær sjálvum og øðrum líðingar og pínu. Nevnast kunnu rúsdrekkamisnýtslu, narkotika, ótrúskap, svik og annað. Í skriftini lesa vit, at alt tað illa í heiminum hevur sín uppruna í syndafallinum. Áðrenn syndin kom inn í heimin, vóru ongar líðingar, eingin sjúka og eingin deyði. Alt hetta kom við syndini, og alt hetta skal ikki vera longur, tá ið syndin ikki er longur - í Guðs ríki. Tá skal deyðin ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið, stendur í Opinberingini.

Men at allar líðingar eru revsing fyri persónliga synd, samsvarar ikki við Guðs orð. Jesus avvísir hesum í sama teksti, tá ið hann sigur: Hvørki maðurin hevur syndað ella foreldur hansara. Ein stórur uggi má hetta hava kenst bæði hjá manninum og hjá foreldrunum at hoyra hesi orð av Jesu egna munni. Skuldi Guð her í lívinum, og á slíkan hátt, revsað okkum fyri okkara synd og syndir fedra okkara, tá slapp eingin av okkum undan, tí vit hava øll synda, vit eru øll falnir menn og falnar kvinnur

Men nú sigur Guðs orð, at revsingin fyri synd okkara var løgd á ein annan, sum hevur borið alla revsing okkara. Tað er Jesus, tá ið hann í krossinum lat lív fyri okkum. Hann var særdur vára synda vegna, sundurbrotin vára misgerðar vegna, okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hansara fingu vit heilsubót. Hetta gjørdi hann fyri at vit skulu hava frið, frið fyri synd okkara, frið fyri at verða revsað. Tí er eingin fordøming og revsing er fyri tey, sum eru í Krist Jesusi. Hesum kunnu vit trúgva, og hetta eiga vit at takka fyri.

Líðingargátan

Trúgvandi menniskju, sum eru sjúk og líða, siga ofta: Eg trúgvi á Guð hóast alla líðing. Hesi hava ofta gjørt ta sannroynd, at Guð er nær mitt í líðingini og hjálpir tí sjúku og tí sum líðir, at bera tað, hann má ígjøgnum.

Hvat viðvíkur líðingargátuni, so loysa vit hana ongantíð so leingi vit eru her á foldum. Svarið til allar spurningar, til øll hví, fáa vit ikki her, tað verður ikki fyrr enn hin dagin, tá ið vit eru komin hagar, hvar allar gátur eru loystar og øll hví verða svara – heima hjá Guði.

John S. Myllhamar