Savnsmynd av Jaspis.

Ametyst rendi á land í nátt

Vinna12-09-2018 - 07:58 - Jóanis Albert Nielsen
Á veg inn at landa í nátt rendi partrolarin Ametyst á land norðast á Nólsoynni, hetta hendi klokkan 04:22 í nátt.

Ametyst slapp sjálvur leysur aftur, og helt leiðina fram inná Havnina. MRCC sigur í morgun við jn.fo, at Ametyst ongan stórvegis skaða fekk av hendingini.

Tað eru bert tveir mánaðir síðani at Jaspis, sum Ametyst partrolar við sigldi á land.

Partrolarnir hava 220.000 pund har meginparturin er upsi.