Altjóða skjótikapping í Toŕshavn um vikuskifti

ítróttur22-07-2017 - 14:51 - Jóanis Albert Nielsen
Hetta vikuskiftið heldur Veiðifelagið Byrsumúla kappingina Tórshamar Open fyri aðru ferð.

Hetta er ein altjóða skjótikapping, har kappast verður í bæði skeet og trap, og var fyrstu ferð hildin í fjør.
Tá vann Alex Johannesen úr Føroyum (Sunda Byrsufelag) í greinini trap, og Emil Kjeldgaard úr Danmark (Jetsmark Sogn Jagtforening) í greinini skeet.

Í ár eru 23 luttakandi; 12 ið skjóta trap, og 11 ið skjóta skeet.
Í ár eru luttakandi frá Føroyum og Íslandi.

Øll er sjálvandi vælkomin at hyggja.
Skrá fyri vikuskiftið:
Leygardagin 22. juli
Kl. 09:30 uppmøting
Kl. 10:00 vælkomin og frágreiðing frá kappingarleiðarum
Kl. 10:10 byrja verður at skjóta (75 dúgvur)
Kl. 14:00 (umleið) fyrsti dagur liðugur, upprudding
Kl. 16:00 grill við skjótibreyitna á Sandvíkum
Sunnudagin 23. juli
Kl. 12:30 uppmøting
Kl. 13:00 byrja verður at skjóta (50 dúgvur)
Kl. 15:00 (umleið) byrja verður at skjóta finalur í A bólki
Kl. 16:00 (umleið) byrja verður at skjóta finalur í meistara bólki
Kl. 17:00 (umleið) kapping liðug, upprudding og handan av vinningum