ALTJÓÐA BARNADAGUR - lyfti hjá Mette

politikkur29-11-2020 - 14:33 - Jóanis Nielsen

ALTJÓÐA BARNADAGUR

- lyfti hjá Mette!

Seinasta hósdag, 20. november, var altjóða barnadagur. Hendan dagin skipaði danski felagsskapurin, RÆTTURIN TIL LÍV (Retten til Liv), fyri skrúðgongu í miðbýnum í Keypmannahavn.

Við skrúðgonguni vórður 14.000 smá ljós borin ígøgnum býin. Hvørt ljósið umboðaði allar óføddar danskarar, hvørs lív er í vanda, um ikki politikarnir vísa mót og gera nakað við tað, stendur í tíðindaskrivi.

Víðari sigur felagsskapurin RÆTTURIN TIL LÍV: “Børnini, sum enn ikki eru fødd, eru frátikin tey mest grundleggjandi mannarættindini – rættin til at liva.”

Høvuðsmálið hjá skrúðgonguni var at koma til Christiansborg og avhenda eitt bræv til Forsætisráðharran Mette Frederiksen. Brævið er undirskriva av 2100 danskarum, og er ein áheitan til Mette Frederiksen um at liva upp til sína politisku visión, har hon lovaði, eisini at vera Forsætisráharri barnana – men at vera tað fyri øll børn, eisini tey óføddu. Í brævinum verður hon mint á síni egnu orð, tá hon við sterkari sannføring lovaði, “at eg altið vil standa lið um lið við børnini.”

Áðrenn brævið var avhenda Forsætisráðharranum, varð tað lisið upp framman fyri Christiansborg.

Tað skrivar - Kristiliga Tíðindatænastan.