Nýggjastu


Alt kann henda hjá monnunum

ítróttur10-02-2018 - 23:03 - Jóanis Albert Nielsen

Teitur Joensen skrivar: Tær báðar seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum verða á skránni í morgin, sunnudagin, kl. 16.00, og felags fyri tær báðar hálvfinalurnar er, at einki er avgjørt undan teimum báðum seinnu dystunum. Eftir mínum tykki eru báðir dystirnir enn rættiliga opnir, men hóast hetta eru kanska smáir favorittar í báðum dystunum.

VÍF – Kyndil

Um vit byrja í Vestmanna, har vestmenningar taka ímóti Kyndli, so er einki at ivast í, at Kyndil hevur tað betra útgangsstøðið. Teir vunnu heimadystin í høllini á Hálsi við trimum málum 28-25, og hetta er nóg mikið til at gera teir til favorittar at koma víðari.

Eftir eina minni góða byrjan uppá landskappingina í hondbólti hevur Kyndil av álvara funnið stevið í bæði lands- og steypakappingini. Teir eru væl skipaðir í verjupartinum, sum eg meti vera teirra stóra styrki. Harafturat eru teir blivnir meira fjølbroyttir í álopspartinum við fleiri vápnum, har serliga Tummas Pauli Hanusarson hevur skarað fram úr í seinastuni.

Sjálvt um eg meti Kyndil at vera favoritt undan seinnu hálvfinaluni, so er hesin dysturin tó als ikki avgjørdur. Vestmenningar eru á heimavølli, har teir altíð eru torførir at spæla ímóti. Meðan kyndilsmenn hava sína størstu styrki í verjupartinum, so er álopið helst sterkasta vápnið hjá VÍF. Teir hava eitt sera eksplosivt álop við nógvum flytingum, og hetta ger, at teir ofta eru torførir at verja ímóti. Harafturat eru teir sterkir í kontrafasuni, og tí rokni eg við, at hesin dysturin í Vestmanna kann gerast málríkur, og hetta er ikki endiliga ein fyrimunur hjá VÍF. Grundin til tess er, at um tað koma nógv mál í dystinum, so ger tað, at VÍF má vinna við fýra málum fyri at koma víðari.

Tað er ilt at meta um, hvønn veg hesin dysturin fer at koppa. Eg vænti, at VÍF fer at vinna ein tættan dyst í Vestmanna, men spurningurin er, um sigurin verður nóg stórur til at koma víðari.

Neistin – H71

Mikukvøldið var eg sjálvur millum áskoðararnar í Hoyvíkshøllini í fyrru hálvfinaluni millum H71 og Neistan. Talan var um ein sera góðan hondbóltsdyst við skjótan spæli og nógvum góðum og hørðum duellum.

Dysturin bleiv sjálvandi merktur av, at Neistin heilt tíðliga misti Rasmus Søby, sum mátti taka sætið á beinkinum orsaka av einum forstrekningi í baklærinum. Eftir hetta hevði eg væntað, at H71 fór at vinna ein trivaligan sigur, men soleiðis bleiv tað ikki. Neistin kempaði ótrúliga væl, og serliga Tróndur Kragesten og Torkil Hentze gingu á odda í álopsspælinum við sera góðum avrikum.

Hjá hoyvíkingum var tað Hilmar Leon Jakobsen, sum var heilt stóru profilurin í álopinum, har neistaverjan hevði stórar trupulleikar við at steðga honum. Hinvegin fann ein annar av stóru profilunum hjá H71, Peter Krogh, ongantíð veruliga stevið í álopspartinum. Hann gjørdi tað væl í verjuni, men í álopinum hevði hann trupulleikar.

Til dystin sunnudagin havi eg rættiliga ilt við at peika á ein greiðan favoritt. H71 hevur sjálvandi tvey mál at geva av, eftir at teir vunnu heimadystin við tveimum málum. Hinvegin so vænti eg eitt sterkari neistalið til seinna dystin. Rasmus Søby er sjálvandi ivasamur, men hevur hann nakran møguleika at spæla, so verður hann sjálvandi við, tí talan er helst um týdningarmiklasta dystin á árinum. Við honum á liðnum fær Neistin eitt eyka vápn í bæði álopi og verju, tí Rasmus Søby er ein sera góður spælari í báðum endum av bananum.

Men vit kunnu eisini vænta, at H71 fær eitt ‘eyka’ álopsvápn til seinnu hálvfinaluna. Peter Krogh hevði nevniliga ikki ein av sínum bestu álopsdystum í fyrru hálvfinaluni, og tí ivist eg onga løtu í, at hann vil gera tað betur í seinna dystinum. Hann kemur við einum øgiligum fysiskum trýsti og kann skjóta við báðum hondum, so helst skulu vit vænta fleiri mál frá honum í dystinum í morgin.

Eftir mínum tykki er H71 nú lítil favorittur eftir sigurin í fyrsta dystinum. Eg vænti, at vit fara at fáa enn ein sera tættan dyst í morgin, og eg dugi illa at meta um, hvønn veg dysturin fer at koppa. Eg síggi hetta sum ein 50-50 dyst. Eg vil tó leggja afturat, at skal Neistin standa eftir sum vinnari, so skulu vit síggja enn ein stórdyst frá Nicholas Satchwell í málinum.