Alt fer at koksa við Leynarvatn

mentan09-03-2018 - 11:55 - Jóanis Nielsen

 Føroya Sílaveiðufelag hevur sent Tórshavnar Kommunu soljóðandi skriv:


Viðvíkjandi málinum um KOKS við Leynavatn 

Føroya Sílaveiðifelag mótmælir harðliga ætlanunum hjá KOKS at lata upp matstovuvirksemi á vinnuligum grundarlagi við Leynavatn. 

Føroya Sílaveiðifelag, ið varð stovnað í 1947, byrjaði sítt virksemið í Leynum í 1966. Tá byrjaði arbeiðið við sílatrappunum. Síðani hevur felagið gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiðið fyri, at byggja upp ein stovn av villum laksi. Hetta er víðakent, úti sum heima. Mangir útlendingar koma henda vegin, bert fyri at uppliva náttúruna og fiskaríið við Leynavatn. Tí hevur hetta økið ikki bert týdning fyri føroyingar, men eisini fyri útlendingar. 

Alt økið kring Leynavatn er ein náttúruperla, og friðað á hægsta stigi. Hetta hevur stóran týdning fyri allar føroyingar, útlendingar eins og komandi ættarlið. 

Tað tykist okkum ófatiligt, at alt hetta nú skal brótast niður fyri løtuvinning hjá einstøkum felagi, ið enntá livir av ferðavinnuni. 

Ástaðarfundur var á Leynavatni fríggjadagin 3. mars. Her greiddi stjórin á KOKS frá ætlanunum um virksemi hjá KOKS á økinum. Ætlanirnar innibera nógva ferðing aftur og fram á økinum og stendst nógv órógv og ófriður av hesum. Byggingin og dálkingin fer at skemma náttúruna almikið. Ætlanin er m.a. 

1) At hava skeinkistað og ábit til gestirnar á sandinum við betongbrúnna. Vit kunnu als ikki góðtaka slíka bygging á økinum. 

2) Jøvn áhaldandi ferðing við vørum, ruski, starvsfólki og ferðafólki er ógvuliga órógvandi og skaðilig fyri umhvørvi. 

3) Ætlanin er at brúka bát, um vatnið er ov stórt. Hetta er brot á verandi sáttmála og ikki heilt vandaleyst. 

4) Dálkingin av virkseminum Frammi við Gjónna fer at ávirka lívið í ánni almikið. 

Føroya Sílaveiðifelag er eitt non-profit felag, og 90% av inntøkunum hjá okkum stava frá fiskikortum, seld til Leynavatn. Felagið er bundið at langtíðarsáttmála við avvarandi bøndur á økinum. 

Virksemið hjá KOKS fer við vissu at taka grundarlagið undan fiskingini á Leynavatni. So mikið væl kenna vit sílaveiðifólk, útlendingar sum føroyingar, at tey fara ikki at keypa veiðiloyvi undir slíkum órógvandi umstøðum. 

Hetta máar tí støðið undan búskaparliga grundarlagnum hjá felagnum, tí nógvir pengar skulu til at reka okkara virksemið. 

Vit hava m.a. eina sílastovu í Havnardali har nógvar íløgur eru gjørdar, soleiðis at yngul og smolt kann setast út hvørt ár. Kemur KOKS á staðið verður tískil eksistensurin hjá felagnum burtur og verða vit noyddir at gevast. So einfalt er tað.

Vegna nevndina í Føroya Sílaveiðifelag 

Hans Joensen, formaður