Alt barnaheimsøkið eigur at endurskoðast

mentan06-03-2020 - 15:50 - Jóanis Nielsen

Alt barnaheimsøkið eigur at endurskoðast

Meðan almenna kjakið snýr seg um vánaligan starvsfólkatrivnað og at byggja stórt, nýtt barnaheim, sakna vit í Sosialráðgevarafelag Føroya, at onkur talar barnanna søk í hesum álvarsmáli.

Í løtuni er støðan ónøktandi fyri børnini á Føroya Barnaheimi. Hesi børn hava, meira enn onnur, tørv á stabiliteti og fáum, væl skikkaðum umsorganarpersónum. Hetta fáa tey ikki í verandi skipan. Tí mæla vit til, at skipanin við fosturfamiljum og barnaheimi verður endurskoðað, áðrenn farið verður undir at byggja nýtt.

Børn, sum verða visiterað til barnaheimið, eru somikið viðgerðarkrevjandi, at tey rúmast ikki í vanligum fosturfamiljum. Tey eru umsorganaryvirtikin, tí teirra menning og trivnaður eru hótt. Í løtuni verða børnini á Føroya Barnaheimi flutt runt og hava skiftandi kontaktpersónar. Hetta er stak óheppið fyri børnini. Vit í Sosialráðgevarafelag Føroya meta, at støðan er óhaldbar, við tað, at hesi børn fáa ikki umsorgan frá støðuføstum umsorganarpersónum og tann tryggleika, sum teimum tørvar.

Tað tykist sum, at einasta politiska fokusið er at byggja nýtt barnheim, millum annað fyri at savna starvsfólkini í einum fakligum felagsskapi. Hetta er møguliga skilagott. Men vit meta tað vera meira umráðandi at taka støði í tørvinum hjá einstaka barninum, so tað fær røttu fyriskipanina, um neyðugt eisini uttanlands.

Í løtuni er skipanin á barnaheiminum so stirvin, at tað kann týkjast sum um barnið má tillaga seg til fyriskipanina og ikki umvent. Fyri at nevna nøkur dømi: Námsfrøðiliga innihaldið er ógreitt. Einstaka barnið hevur onga greiða viðgerðarætlan. Metoda/háttarlag og barnasýn eru ov tilvildarlig og ógreitt orðað. Talan hava ikki verið um heildartilboð við eitt nú sálarfrøðiligari viðgerð. Eisini undrast vit á, at sosialfakliga tilgongdin í mun til børnini og teirra netverk eru ikki til staðar. Hetta eru álvarslig viðurskifti, sum vit í Sosialráðgevarafelag Føroya vísa á. Men vit meta ikki, at til ber at kjakast um viðurskiftini á barnaheiminum, uttan eisini at vísa á umstøðurnar hjá børnunum.

Í mun til sjálva skipanina við stovnum til børn, sum verða sett heiman, vísir gransking innan økið, at øll børn hava tørv á tryggum kørmum, har tey kunnu knýta seg til umsorganarfullar og týðiligar umsorganarpersónar, samstundis sum tey framhaldandi hava samband við biologisk foreldur og netverk annars.

Sosialráðgevarafelag Føroya metir ikki, at tað er evidensur ella faklig prógv fyri, at uppihald á stovni er tann einasta ella besta fyriskipanin fyri umsorganaryvirtikin børn. Tí mæla vit til at ment verður ein skipan viðprofessionellum fosturfamiljum. Ein fyriskipan, har fokus er á eitt tíðliga og týðiligt tilknýti og ta kensluligu relatiónina, har tørvurin hjá einstaka barninum verður møtt og nøktað av nøkrumfáumumsorgnarpersónum.Vísast kann tilgranskingarúrslithjáávíkavistRambøllogVive,hartað greittframgongur, attrivnaðurinhjáumsorganaryvirtiknumbørnumer betur ífosturheimumenn ástovnum[1][2].

Tíverri mugu vit staðfesta, at kjakið um Føroya Barnaheim er flutt frá tørvinum hjá einstaka barninum og yvir á mistrivnaðin hjá starvsfólkunum. Starvsfólkini skulu sjálvandi hava góðar umstøður, men ov lítið fokus er á børnini.

Sum heild vilja vit í Sosialráðgevarafelag Føroya mæla til, at politiska skipanin hyggur eftir sosiala økinum meira yvirskipað; tvs. tørv, ynski og krøv í samfelagnum sum heild; herundir visiónir og tilfeingi, áðrenn støða verður tikin til um tað skal byggjast nýtt barnaheim. Í hesum sambandinum mælir felagið til, at barnaverndarøki sum heild, herumdir stovnsøki og fosturforeldrafyriskipanin, vera endurskoðaðar.

Vegna Sosialráðgevarafelag Føroya

Katarina Petersen, forkvinna