Almennur fundur um ferðavinnu í Marghøllini í Sørvágs skúla

vinna13-02-2020 - 12:23 - Jóanis Nielsen

Í kvøld 13. februar kl. 19-21 verður almennur fundur um ferðavinnu í Marghøllini í Sørvágs skúla.

Ein bólkur við umboðum frá Sørvágs Kommunu, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovuni, Visit Vágar, Havstovuni og Tjóðsavninum hevur orðað nøkur tilmæli um, hvussu ferðavinnan í Mykinesi kann skipast á meiri burðardyggum grundarlagi, so vinna og náttúru- og djóravernd framyvir ganga meiri hond í hond.

Høvuðsendamálið við fundinum er at greiða frá hesum tilmælum og at kjakast um, hvussu arbeiði framyvir kann leggjast til rættis.

Skrá:

  • kl. 19:00
    • Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu bjóðar vælkomin
  • kl. 19:05
    • Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálum, Helgi Abrahamsen greiðir frá um lógararbeiði viðv. ferðavinnu og náttúruvernd
  • kl. 19:30
    • Tilmæli um Mykines verður lagt fram
    • Umboð frá Umhvørvisstovuni greiða frá um tilgongdina í Mykinesi higartil viðv. Ramsar
    • Jóhannis Danielsen og Janus Hansen, fuglafrøðingar, greiða frá um lundakanningar í Mykinesi
    • Jóhan Pauli Helgason frá Visit Faroe Islands greiðir frá um tilmælini hjá bólkinum
  • kl. 20:15
    • Kjakd