Almenna fráboðanin kemur tá løgregluleiðslan er møtt til arbeiðis

top10-12-2019 - 07:12 - Jóanis Albert Nielsen

Tað var stórt politivirksemi í Miðvági í gjárskvøldið, og bleiv eisini onkur fluttur til Havnar við sjúkrabili. Løgreglan segði í gjárskvøldið at tey komu við einum tíðindaskrivi í nátt, men enn er einki tíðindaskriv komið.

Portal.fo skrivar í morgun, at talan er um eina ’ekstraordinera’ hending, og tey hava avtalað at bíða við at siga nakað, fyrr enn almenna fráboðanin kemur í tíðindaskrivi.

Almenna fráboðanin kemur tá løgregluleiðslan er møtt til arbeiðis, og vaktleiðarin væntar, at tað hendir innan fyri tveir tímar