Almenn móttøka fyri Saritu Kristinu Hansen, HM meistara í inniróðri

13-02-2020 - 10:11 - Jóanis Nielsen

í sambandi við, at Sarita Kristina Hansen í Miðvági, aftur gjørdist gullvinnari í HM kappingini í inniróðri í París, skipar Vága kommuna fyri almennari móttøku í Bygdarhúsinum í Miðvági, fríggjadagin tann 14. februar kl. 17:00 til 19:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá Saritu.