Allir fiskidagar kunnu brúkast

Politikkur27-10-2017 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í grein í netútgávuni hjá Norðlýsinum sunnudagin vil Óli M. Lassen, reiðari, vera við, at útróðrarmenn fara at missa fiskidagar, um heildarkvotan er uppi, áðrenn skipini, sum eru í fiskidagaskipan, hava brúkt sínar dagar.

Men tað er ikki rætt. Fiskivinnunýskipanin hevur ikki við sær, at kvotuloftið fyri hvørt einstakt fiskaslag kann skerja longu ásettar fiskidagar.

Tað hevur fiskimálaráðharrin fleiri ferðir sligið fast, og tað hevði hann helst eisini viljað upplýst enn einaferð, um hann var spurdur, áðrenn øvugti boðskapurin bara varð varpaður út í grein.

Óli Lassen skrivar millum annað soleiðis:

”Lógaruppskotið leggur upp til at toskur og hýsa verða kvoterað í eina felagskvotu fyri allar tríggjar bólkarnar, meðan fiskiskapurin verður skipaður við fiskidøgum. Tað framgongur ikki hví henda loysnin er vald og eingi dømir eru um, hvør rættarstøðan hjá einstøku feløgunum er í nýggju skipanini.

Hetta vil viðføra, at útróðrarbátar, sum orsaka av vánaligum veðri ella vánaligum húkafiskiskapi tíðliga á áðrinum ella tí at teir fiska við snellu við Ísland um summarið, standa við ongum rættindum tá heystróðurn annars skuldi byrja, tí bólkur 4 T hevur fiskað felagskvotuna av toski og hýsu hjá øllum bólkinum.

So sjálvt um útróðrarbátar hava nógvar fiskidagar tøkar, kann henda at teir ikki sleppa til útróður tí toska- og hýsukvotan er uppi.”

Men hetta er ikki satt.

Í tann mun fiskiskapurin eftir einari heildarkvotu er skipaður bæði við kvotum og fiskidøgum, so verður undir ongum umstøðum skorið av tillutaðu fiskidøgunum, hóast kvotan er fiskað upp, áðrenn bátarnir hava brúkt sínar fiskidagar.

Skuldi tað hent, so verður fiskað meira enn ásett í heildarkvotuni, til fiskidagarnir eru uppi ella árið úti.

Tað er heldur ikki so, at ”revsingin” so bara fellur árið eftir í staðin, soleiðis at færri fiskidagar verða útlutaðir tá, tí kvotuloftið varð sprongt árið fyri.

Fiskiskapurin verður nevniliga skipaður í umsitingarætlanum fyri longri tíðarskeið í senn, og ásetingarnar av kvotum og fiskidøgum taka støði í stovnsmetingum og ikki í faktiska fiskiskapinum árið fyri.

Øll greinin hjá Óla M. Lassen kann lesast her:

http://nordlysid.fo/medan+oluva+er+i+new+york+tekur+hogni+grundarlagid+undir+utrodrinum.html

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi