Allir Airbnb-útleigarar hava fingið bræv frá TAKS

Vinna20-03-2019 - 14:45 - Jóanis Albert Nielsen

Taks: Nú, ið TAKS júst hevur sent út sjálvuppgávur og skattauppgerðir til allar føroyingar, hava øll tey, sum hava leigað út gjøgnum Airbnb í 2018, fingið boð um at lata inn sjálvuppgávu fyri 2018. Soleiðis verða tey noydd til at upplýsa TAKS um leiguinntøkuna.

Borgarar hava altíð skyldu til at boða TAKS frá inntøku síni, men eftirlitsarbeiði hjá TAKS vísir, at bert annarhvør Airbnb-útleigari ger hetta. Fyri at rætta skeivleikan gevur TAKS tí øllum, sum hava leigað út bústað gjøgnum Airbnb, boð um at lata inn sjálvuppgávu.

Leiguinntøka frá Airbnb skal gevast upp við roknskapi

Tá ið ein leigar út gjøgnum Airbnb, skal leigan gevast upp við roknskapi at lata inn saman við sjálvuppgávuni. Tað er bert, um ein leiðar beinleiðis út til privatfólk í longri tíð, at ein kann geva upp sum bruttoskatt og fáa ávísa upphædd skattafrítt.

Sjálvuppgávur skulu latast inn

Fær ein boð um at lata inn sjálvuppgávu og ikki ger tað, metir TAKS um, hvussu nógv ein skal rinda í skatti út frá fyriliggjandi upplýsingum. Samstundis kann ein fáa bót upp til 5.000 kr.