Allan: Vit vildu vinna

ítróttur04-02-2018 - 20:38 - Jóanis Albert Nielsen

Í Kollafirði tók KÍF í dag móti StÍF, sum einki hevði at spæla fyri, meðan KÍF hevði ein møguleika at spæla seg víðari í steypakappingini, men tað sást ikki á vøllinum at soleiðis var. StÍF vann dystin 33-30, og eftir dystin fingu vit orð á Allan Norðberg hjá StÍF.

Sí myndir her.

Tit høvdu ongan møguleika at spæla tykkum víðari, hvussu setti spælarin tykkum upp?

- Vit hava verið so tætt við nú í fleiri dystir, og tá ið tú spælir hondbólt so tímur tú best at vinna. At vinna er endamálið tá ið tú gert ítrótt.

Les dystargongdina her.

Hvussu upplivdi tú dystin?

- Vit koma væl frá byrjan, og halda allatíð eini 2-3 máls leiðslu. Í seinna hálvleiki byrjaði KÍF at dekka longri frammi á vøllinum, og tá bleiv tað rótut, og vit gera nógvar feilir móti endanum, tað blívur óneyðuga tætt.

Tit vóru 7 mál á odda, men so fekk KÍF minkað tað niður í 1, hvat var tað sum hendi har?

- Tað eru hesir teknisku feilirnir, og tá ið tú gert nógvar av teimum, kann ganga skjótt hinvegin. KÍF legði nógv fyri at sleppa í kontra. Tá ið vit so klára at halda tætt nakrar løtur fáa vit mál í hinum endaum, og komu aftur nøkur mál á odda, segði Allan við jn.fo beint eftir dystin.