Alla halgana Aftansongur (Vesper) í Hoyvíkar kirkju

Mentan31-10-2018 - 22:20 - Jóanis Albert Nielsen

Fríggjakvøldið 2. november kl. 21 verður Allahalgannaaftansongur – eisini kallað vesper – í Hoyvíkar kirkju. Kamarkórið Aurora Borealis syngur. Ólavur Jøkladal er kantor, og liturgur er Theodor Eli Dam, Olsen.

Talan er um eina kvirra løtu við vøkrum tónleiki, og ein serlig liturgi verður brúkt hetta kvøldið.
Sungin verða verk eftir Duroflé, Vogler, Lloyd Webber, Bach og Ólav Jøkladal. Solistar verða Torkil Johannesen, Randi Louisa Nolsøe og Elsa Súsanna Dalsgaard og Súsanna Joensen spælir floytu.
Eisini verða felagssálmar sungnir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=0Ry4dnWoabQ&feature=youtu.be]