Aldrin ognarskattur við Fólkaflokkinum við róðrið

Politikkur22-06-2018 - 14:57 - Jóanis Albert Nielsen

Nei, Annfinn Brekkstein, ognarskattur er ikki partur av nøkrum tilmæli frá meirilutanum í Tórshavnar býráð og verður tað aldrin.

Tá mál koma til viðgerðar í býráðnum hava tey vanliga verið til umrøðu og støðutakan hjá ymsum myndugleikum, ráðum, staðbundnum nevndum, á deildumo.s.fr. Tað merkir, at hópur av upplýsingum, viðmerkingum og skjølum kunnu vera í eini málslýsing, sum kortini ikki eru við í endaliga tilmælinum, sum býráðið umrøður og tekur støðu til.

Í málinum um bústaðarskyldu í Havn, sum er partur av viðgerðini hjá sitandi samgongu av øllum bústaðarmarknaðinum í kommununi, verður í einum lítlum eykasetningi í málsviðgerðini sagt, at í sambandi við viðgerðina av bústaðarskyldu, so kann ljós varpast á møguleikan at leggja eitt slag av ognarskatti á hús nummar tvey hjá fólki.

Hetta er sum sagt ein eykasetningur í málslýsingini. Málið verður ikki viðgjørt víðari og er heldur ikki partur av tilmælinum til býráðið. Tí er tað heldur ikki relevant at viðgerða í hesum sambandi.

Men hóast hetta verður túrað fram við í eitt nú Sosialinum, at ognarskattur nú er "tikin fram av býráðsleiðsluni í Havn". Nei, hetta hevur ongantíð verið viðgjørt av býráðsleiðsluni og verður tað heldur ikki.

Tað, sum verður viðgjørt, er bústaðarskylda, og onki annað. Og hetta er, sum borgarstjórin áður hevur víst á, ein sera viðkvæmur spurningur, summá viðgerast skynsamt við hinum kommununum í Kommunufelagnum, áðrenn eitt felags uppskot kann fara til Fíggjarmálaráðið.

Tað kann vera stórur munur á eini málslýsing hjá umsitingini, og so tí tilmæli, sum kemur til politiska viðgerð. At umsitingin í eini málslýsing nevnir ognarskatt merkir sjálvsagt ikki, at nakar í samgonguni tekur undir við ognarskatti.

Tvørturímóti gjørdi samgongan ferð eftir ferð vart við á seinasta býráðsfundi, at ongin í samgonguni tekur undir við ognarskatti. Og fjølmiðlafólk og serliga politikkarar áttu at dugað at skilt umsitingarliga partin frá tí politiska. Og kanska serliga Annfinn Brekkstein, sum hevur sitið ein mansaldur í býráðnum.

Tað er ikki politisk undirtøka fyri ognarskatti í Tórshavnar býráð. Og við Fólkaflokkinum við róðrið kemur ognarskattur ongantíð til viðgerðar. Og tað veit Annfinn Brekkstein fullvæl.

Bogi Andreassen

býráðslimur fyri Fólkaflokkin