A-landsliðsúttøka mánadagin

ítróttur30-09-2018 - 11:16 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Komandi mánadag fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at hava tíðindafund í FSF-húsinum, har hann fer at kunngera hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

Um smáar tvær vikur, hósdagin 11. oktober klokkan 19:45 skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá heimadystur í UEFA Nations League móti Aserbadjan er á skránni.

Aftaná tvey umfør er Aserbadjan nummar 3 í bólkinum við tveimum stigum, sum eru komin eftir málleysan javnleik á heimavølli móti Kosovo, og 1-1 á útivølli móti Malta.

Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17:00 verður Tórsvøllur aftur karmur um A-landsdyst, tá oddaliðið í bólkinum, Kosovo kemur á vitjan.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. oktober klokkan 10:00. Á tíðinfundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari at kunngera føroyska hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Og tað ræður um at gera skjótt av. Í skrivandi løtu eru umleið 2.200 atgongumerki seld, og væntandi verður útselt. Kring vøllin er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum.