A-landsliðið úttikið

ítróttur30-12-2017 - 10:35 - Jóanis Nielsen

Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í januar, er úttikið.

Ein bruttohópur á 28 mans hevur vant dúgliga um jólini, men í kvøld hava venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, úttikið 16 spælarar, sum skulu við til Italia, har allir dystirnir verða leiktir.

Føroyar skulu spæla móti Italia, Rumenia og Ukraina. Dystirnir eru 11. 12. og 13. januar. Landsliðið fer á venjingarlegu í Danmark, áðrenn leiðin gongur víðari.

Teir, sum eru úttiknir til A-landsliðið eru:

Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Kjartan Johansen, Fyllingen
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgni Klein Olsen, Kyndil