A-landsliðið hjá monnum úttikið

ítróttur30-12-2019 - 21:16 - Jóanis Nielsen

HSF:

Landsliðsvenjararnir hjá monnum Sonni Larsen og Dia Midjord hava úttikið 16 leikarar til HM-undandystirnar í januar.

Fleiri leikarar eru ikki tøkir vegna skaðar, og ger hetta, at pláss er fyri fleiri nýggjum andlitum á landsliðnum. Hesir 16 leikarar eru úttiknir til dystirnar 10. – 12. januar.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, NeistinTóraldur Kollsker, Fredriksberg IF

Útileikarar:
Brandur Halgirsson,Ajax KøbenhavnHilmar Leon Jakobsen, H71Teis Horn Rasmussen, HEI/SkæringJónas G. Djurhuus,Fredriksberg IFKjartan Johansen, Viking StavangerPeter Krogh, H71Vilhelm Poulsen, H71Leivur Mortensen, H71Rói Berg Hansen, FIFNicklas Selvig, KÍFPætur Thomsen, H71Helgi H. Hoydal,VikingStavangerRókur Akralíð,HEI/SkæringRógvi Dal Christiansen, Kyndil

HM-undankappingin verður leikt í Luksemburg, dagarnir 10. – 12. januar. Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Fríggjadagin 10. jan kl. 16.00 Litava – Føroyar
Leygardagin 11. jan kl. 14.00 Føroyar – Slovakia
Sunnudagin 12. jan kl. 16.30 Føroyar – Luksemburg