A-landsliðið bíðar eftir floglíkindum

ítróttur08-01-2020 - 16:09 - Jóanis Nielsen

HSF: Ferðin hjá A-landsliðnum hjá monnum til Luksemburg er byrjað, men enn bíða vit eftir floglíkindum at sleppa úr Vágum. Ferðalagið steðgar eina nátt í Keypmannahavn, har liðið eisini venur í kvøld. Í morginárini gongur leiðin víðari til Luksemburg.

Dystarskráin til HM-undandystirnar sær soleiðis út:
Fríggjadagin kl. 16.00 Litava - Føroyar
Leygardagin kl. 14.00 Slovakia - Føroyar
Sunnudagin kl. 16.30 Føroyar - Luksemburg

FM 1 sigur frá øllum dystunum, Portal.fo, in.fo og sosialurin eru eisini við og KVF fer at stroyma dystirnar.

#atlanticairways#flúgvafyriføroyar#banknordik