Álaborg aftur metár

Mentan03-12-2018 - 21:34 - Jóanis Albert Nielsen

Alaborg.fo skrivar: Tað frøir okkum at bera tykkum tey tíðindi, at Føroyingafelagið í Aalborg við 40 ár á baki aftur í ár hevur metár! Í fjør endaðu vit árið við 240 limum, harav 16 vóru børn undir 18 ár. Í dag, 3 des. 2018, hava vit 285 limir, harav 42 eru børn undir 18 ár.

Hví metár?

Seinastu árini hevur nevndin í føroyingafelagnum gjørt nógv fyri at leggja til rættis og menna tiltøk til limirnar í felagnum. Nevndin hevur miðað ímóti, at allir limir skulu kenna seg vælkomnan í einum føroyskum umhvørvi í Aalborg og samstundis røkja tilknýtið til Føroyar. Afturat tí arbeiðir nevndin áhaldandi við at skapa fleiri fjølbroytt tiltøk, soleiðis at felagið ein dag rakar allar málbólkarnar.

Í 2017 skipaði Føroyingafelagið fyri umleið 70 tiltøkum, har ið vikuligu flog- og fótbóltsvenjingarnar eru íroknaðar. Í 2018 eru tølini tvífaldað og stendur Føroyingafelagið í Aalborg fyri 146 tiltøkum, tá ið ítróttartiltøkini eru íroknað. Alt hetta hevði als ikki verið møguligt uttan dugnaligu og sjálvbodnu hjálparfólkini. Okkara hjálparfólk hava fjølbroyttar royndir, eginleikar og hugskot, og so eru tey altíð til reiðar at bjóða seg fram at hjálpa til við grafikki og lýsingum, standa í barr, baka køkur, servera og vaska upp til stóru veitslurnar og onnur tiltøk.

Um tú hevur hug at gerast sjálvboðin ella lesa meira um sjálvboðið arbeiði í Álaborg, fært tú meira kunning HER. Øll hjálp er kærkomin!

Afturat teimum tiltøkum, ið vit í dag skipa fyri, arbeiðir nevndin stigvíst við; at fáa føroyskan dans aftur til Aalborg, ein eldrabólk settan á stovn, møguleikan at fáa/blíva vitjunarvinir, avsláttaravtalur og mangt annað. Samstundis eru nevnd og tiltakslimir í ferð við at fyrireika fleiri undirnevndir, sum skulu standa fyri ymiskum áhugatiltøkum sum t.d. lan-party, bindiklubba, borðspølum o.fl.

Øll við hugskotum ella áhuga fyri at skipa fyri ávísum tiltøkum í Føroyingafelagnum eru vælkomin at seta seg í samband við nevndina áalaborg@alaborg.fo

Í 2018 varð føroyski sunnudagsskúlin í Aalborg aftur settur á stovn. Sunnudagsskúlin hevur fingið sera góða móttøku, og hetta hevur sjálvsagt verið ein avgerandi orsøk til, at barnalimatalið er hægri enn nakrantíð fyrr. Vit í nevndini vilja sýna støsta tekksemi til stigtakararnar, sum aðru hvørja viku skapa føroysku børnunum í Aalborg ómetaliga góðar og læruríkar løtur. Sunnudagsskúlaskráin sæstHER.

Danmarks Statistik [2018] – Tilflyting frá Føroyum til danskar býir.

Tað eru sjálvsagt eisini aðrar orsøkir, ið hava verið við til vaksandi limatalið í felagnum. Sambært Statistikbanken er tilflytaratalið av føroyingum til Aalborg voksið seinastu árini. Hagtølini vísa, at Aalborg hevur ligið omanfyri bæði Århus og Odense síðani 2010. Afturat hesum vísa hagtølini, at føroyska tilflytingin til Århus, Odense og Keypmannahavn er lækkað støðugt síðani 2014 (Sí mynd omanfyri).

Framtíðin hjá felagnum

Við fleiri tilflytarum og vaksandi limatali fylgja eisini avbjóðingar: Álastova er als ikki nøktandi til høga limatali, tí hølini eru í so ringum standi. Hølini, sum bæði húsa tiltøkum sum sunnudagsskúla og veitslum, kunnueinanshúsa 54 av teimum 285 limunum. Framtíðarætlaninar eru eisini at skipa fyri fleiri mentunar- og tónleikatiltøkum, keypa kappróðrarbát og leiga neyst til felagið. Men fyri at alt hetta skal verða møguligt, krevst størri fígging.

Í 2018 fær føroyingafelagið fíggjarligan stuðul frá Aalborg Kommune og Betri Samtakinum, men samlaði stuðulin er undir kr. 20.000. Tíverri kann Aalborg Kommune ikki veita føroyingafelagnum onnur høli fyri ta leigu, sum felagið hevur ráð til. Tískil er arbeiðsbólkur settur á stovn, sum miðar ímóti at tryggja felagnum eitt støðugt fíggjarligt grundarlag. Eitt grundarlag, ið skal menna Føroyingafelagið í Aalborg og skapa bestu karmarnar fyri limirnar í felagnum.