Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður

politikkur03-09-2019 - 10:02 - Jóanis Nielsen

 Í morgun hevur Aksel V. Johannesen boða tingformanninum Páll á Reynatúgvu frá, at hann leggur frá sær sum løgmaður, men verður sitandi til nýggj samgonga er skipað.

Páll á Reynatúgvu tingformaður hevur sent flokkunum fundarboð, fyrst skal Fólkaflokkurin á fund, tað verður kl. 13 í dag.