Akraberg skiftir manning í Kirkenes

vinna21-11-2017 - 19:18 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin Akraberg er í dag inni í Kirkenes fyri at skifta manning.

Kl. 15 í dag fór eitt flogfar hjá Atlantic Airways til Kirkenes, við teimum sum skulu loysa av umborð á Akraberg, tað flogfarið kemur aftur í Vágarnar seint í kvøld, við manningini, sum hevur verið umborð.

Í Kirkenes er kalt í dag, tað frysti 17 stig.