Akraberg siglir heim fullfermdur

ítróttur03-02-2018 - 10:36 - Jóanis Albert Nielsen

Akraberg, ið hevur roynt í norska partinum í Barentshavinum, setti fyri løtu síðani kós heim móti Føroyum við fullari last av frystum fiski.

Eyðun á Bergi skipari sigur við jn.fo, at teir hava 900 tons av avhøvdaðum fiski, og 400 tons av súrløgu, sum er framleidd úr høvdum og invøli.

Akraberg hevur havt góðan fiskiskap í Barentshavinum, teir hava fiskað í 29 dagar.

Væntandi vera teir heima mitt í komandi viku.