Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Akraberg landar í Fuglafirði

vinna08-09-2017 - 16:39 - Jóanis Nielsen

 Akraberg kom á Fuglafjørð í morgun við 900 tonsum, sum teir hava fiskað í Barentshavinum. Meginparturin er toskur, men teir hava eisini eitt sløð av hýsu og upsa.

Anfinn Olsen reiðari sigur, at prísurin er hampuligur.

Akraberg landar í dag og í morgin, tá ið liðugt er at landa skal skipið inn á Skála, har skipasmiðjan MEST skal gera ymsar ábøtur og viðlíkahaldsarbeiði, Anfinn sigur, at Akraberg helst kemur at verða á Skála í 3-4 vikur.