Akraberg kom á Fuglafjørð í morgun

vinna07-02-2018 - 23:28 - Jóanis Nielsen

 Akraberg, sum hevur verið í Barentshavinum, fór at sigla heim 3. februar. Teir komu á Fuglafjørð í morgun við 900 tonsum av avhøvdaðum/frystum fiski og 400 tons av súrløgu.

Teir hava í dag pumpað súrløguna í tangarnar hjá Havsbrún og fara í morgin at landa fiskin til Bergfrost.


Les eisini: Akraberg siglir heim fullfermdur