
Akraberg kom á Fuglafjørð í morgun
vinna07-08-2018 - 10:34 - Jóanis Nielsen
Frystitrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð í morgun við 900 tonsum av avhøvdaðum frystum fiski - toskur, húsa, upsi o.ø.
Akraberg hevur roynt í russiska partinum av Barentshavinum, teir fiskaðu í 23 dagar.
Teir skulu landa veiðuna í Fuglafirði.
Manningin telur 24 mans, skipari er Eyðun á Bergi.