Nýggjastu


Akraberg kemur heim úr Barentshavinum

vinna07-12-2019 - 15:29 - Jóanis Nielsen

 Akraberg, sum hevur verið í Barentshavinum, kemur á Fuglafjørð seinnapartin í morgin, teir hava 730 tons av frystum fiski og 400 tons av súrløgu.

Akraberg fór úr Føroyum 6. november, teir hava fiskað bæði í russiskum og norskum sjógvi, øll kvotan hjá teimum er nú fiskað í Barentshavinum.

Tað eru 24 mans við hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.