Akraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

vinna16-07-2019 - 11:23 - Jóanis Nielsen

 Akraberg kemur á Fuglafjørð um 3-tíðina í dag, teir hava 920 tons av frystum og 400 tons av slógvi, alt verður landað í Fuglafirði, teir byrja at landa í dag og helst verður liðugt at landa í morgin.

Akraberg hevur havt góðan fiskiskað, teir fóru úr Føroyum 14. juni og hava roynt í russiskum sjógvi, teir hava í meðal fryst 55 tons inn hvønn dag teir hava fiskað - teir hava verið inni í Norra tvær ferðir við tekniskum trupulleikum og hava sostatt mist 7-8 dagar av tí.

Anfinn Olsen reiðari sigur, at skipið fer nýggjan túr so skjótt, sum teir eru klárir.

24 mans eru við Akraberg hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.